Venja á Ernst Happel leikvøllinum

Tað er bara Daniel Udsen, sum er ivasamur til landsdystin móti Eystrurríki í annakvøld. Fyrireikingarnar eru komnar væl áleiðis til dystin.

 

Lars Olsen og hansara menn venja í kvøld á Ernst Happel leikvøllinum, sum hýsti EM finaluni í 2008. Tað er um frostmarkið, men tað tykist ikki ávirka okkara menn, sum nokk allair hava roynt at spæla í kulda.

 

Longu nú sæst, at eysturríkar gera klárt dystin í morgin. Fleiri túsund eysturrísk fløgg eru at síggja á áskoðaraplássunum. Eisini er Merkið komið upp at hanga.

 

Teir eysturrísku fjølmiðlarnir, ið hava verið til venjingina eru allir skeptiskir undan dystinum.

 

- Vit minnast 1990 og alt kann henda í fótbólti, segði eitt tíðindafólk fyri eina av eysturrísku sjónvarpsrásunum.

 

Daniel Udsen var bara við til venjingina eina løtu.