Nú klokkan fýra endar ein venjing, sum Tórshavnar Sløkkilið, Landsverk og SEV standa fyri at basa eini oljudálking. Venjingin fer fram á Sundi.
Sambært umhvørvisleiðsluskipanini á Sundsverkinum skal skipast fyri regluligum venjingum í at basa oljudálkingum.
Í morgun byrjaði so ein slík, har fleiri stovnar og feløg taka lut í, millum annað oljufeløgini Magn og Effo, MRCC, Umhvørvisstovan, FVE, Skálafjarðar Sløkkilið, Fuglafjarðar Sløkkilið, bjargingarbáturin LÍV og Tórshavnar havn.
Á nýggjárinum yvirtók Landsverk ábyrgdina av at basa oljudálkingum á sjónum uttanfyri kommunalar havnir. - Tí er brúk fyri tílíkum venjingum, og tí gjørdu vit av í felag at skipa fyri hesi venjingini, sigur Annika F. Berg, HTU-leiðari hjá SEV.
Allir partar í venjingini í dag leggja eisini stóran dent á samstarv í framtíðar venjingum - og ikki minst, tá ið tað av álvara leikar á og boð eru eftir øllum góðum kreftum.