Venezuela vann søguligan sigur á Brazil

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í søguni fór fótbóltslandsliðið hjá Venezuela av vøllinum, sum sigursharrar í einum dysti ímóti Brazil, aftaná ein 2-0 sigur yvir teimum fimmfaldu heimsmeistarunum. Dysturin var spældur í Boston, USA seint í gjárakvøldið. Giancarlo Maldonado legði Venezuela á odda longu eftir 5 minuttirs spæl, og beint áðrenn steðgin økti Ronald Vargas til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Talan er um eina veruliga sensasjón. Venezuela er tað klárt veikasta landið í Suður-Amerika, og tað einasta suðuramerikanska landið, sum ikki hevur tikið lut í einum HM-endaspæli. Í teimum undanfarnu 17 landsdystunum ímillum londini hevur Brazil vunnið stórsigur næstan hvørja ferð, og hevur Brazil skorað 4 mál í snitt í landsdystunum ímóti Venezuela. Áðrenn dystin ígjár var Brazil annars ósigrað í 15 dystum. Brazil hevur ikki tapt ein dyst síðani teir taptu 2-0 ímóti Mexico undir Copa America-kappingini ífjør. Venjarin hjá Brazil, Carlos Dunga er undir einum ræðuligum trýsti áðrenn HM-undankappingardystirnar ímóti Paraguay og Argentina, sum verða spældir í næstum, og eru summi brasilionsk bløð veruliga frammi við øksini nú.