Fyri at gera øll glað á jólum, hava myndugleikarnir í Venezuela givið boð um, at handlar skulu selja tilboðsvørur á jólum. Tað fegnast nógvir av kundunum um, men handilsfólkini eru alt annað enn glað.
Tað er sosialistastjórnin hjá Nicolás Maduro, sum hevur sett hetta heldur margháttliga hugskotið í verk, og politiskir mótstøðumenn halda, at tað er annað enn jólahýrur, ið liggur aftanfyri.
AFP skrivar, at millum annað verður funnist at Maduro, tí Venezuela er eitt land við mattroti, inflatión og ein ússaligum búskapi, og henda tvungna jólaútsølan er bara ein roynd at seta ferð á forbrúkið.
Og so eru tað eisini tey, ið halda, at endamálið bara er at vinna sær bíligan stuðul frá veljarunum, tí fólk flest eru fegin um at fáa bíligar jólagávur, meðan handlarnir illa duga at síggja nakra meining í, at jólasølan skal fara fyri bakka, tí stjórnin vil tekkjast veljarunum.










