Vendsyssel vann føroyingadyst

Síðsta leikumfar er blivið spælt í næstbestu, donsku deildini. Vendsyssel vann ímóti FC Helsingør, ið eisini hevði føroying á vøllinum.

Síðsta leikumfar í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini er blivið spælt í dag. Við føroyskum brillum snúði spenningurin undan síðsta umfari seg um, hvørs Vendsyssel ella Vejle fór at enda á fjórða ella fimta plássi. Hesi bæði liðini vóru ájøvn við 53 stigum undan 33. og síðsta leikumfari.

 

Vendsyssel spældi á útivølli ímóti FC Helsingør. Hallur Hansson var ikki við orsakað av leikbanni, sum hann fekk í síðsta vikuskifti, tá ið føroyski miðvallarin fekk reytt kort. Hinvegin var Brandur Hendriksson Olsen komin fyri seg eftir skaðasteðg. Hann spældi 66 minuttir, áðrenn føroyski Meinhard Olsen varð innskiftur fyri hann eftir 66 minuttir. Hetta var fyrstu ferð, at Meinhard slapp at royna seg í almennum dysti hjá Vendsyssel.

 

René Shaki Joensen sat á bonkinum allan dystin á tamb.

 

Vendsyssel vann útidystin ímóti Helsingør 2-0. Føroyskt blóð er eisini at finna á liðnum hjá FC Helsingør, tí at eftir 53 minuttir varð føroyski U21-landsliðsleikarin, Jonas Gejel Hansen, ið umboðaði TB í seinnu helvt av farna kappingarári, skiftur inn.

 

Sigurin hjá Vendsyssel merkti, at Vejle skuldi vinna sín útidyst ímóti Silkeborg, sum spælir í Superligaini í komandi kappingarári. Viljormur Davidsen spældi allar 90 minuttirnar fyri Vejle, men sigast má, at tað gekk av skriðuni. Vejle tapti nevniliga heili 5-0, og harvið endar Vendsyssel nummar fýra við 56 stigum, meðan Vejle endar nummar fimm við 53 stigum.

 

Jonas Gejel Hansen og FC Helsingør endaðu á einum lunkaðum sjeynda plássi við 47 stigum.