Um ikki so langa tíð, fer næstbesta danska deildin aftur av bakkastokki, har fleiri føroyskir leikarar spæla til dagligt.
Og fyri at fyrireika seg so væl sum gjørligt til byrjanina, hava øll feløgini spælt eina rúgvu av venjingardystum seinastu tíðina.
Í dag spældi Vendsyssel, sum hevur tríggjar føroyskar leikarar í hópinum – René Shaki Joensen, Meinhard Olsen og Hákun Edmundsson, ímóti eykaliðnum hjá AaB.
Dysturin endaði við einum sannførandi 3-0 sigri til Vendsyssel í einum dysti, sum teir vóru greitt betur frá byrjan av.
Av teimum føroysku leikarunum í hópinum, spældi René Shaki Joensen í dag mest. Hann spældi teir fyrstu 75 minuttirnar á liðnum hjá Vendsyssel á høgra bakki, meðan Meinhard Olsen spældu seinastu 20 minuttirnar. Hákun Edmundsson var í dag ikki við á liðnum hjá Vendsyssel.
5 marts byrjar næstbesta danska deildin aftur. Vendsyssel spælir tá í fyrsta umfarinum á heimavølli móti Fremad Amager, ið sum kunnugt hevur Heina Vatnsdal og Finnur Justinussen í hópinum.