Liðið hjá Halli Hanssyni og René S. Joensen, Vendsyssel FF er framvegis á uppflytingarkós nú liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini fara í vetrarfrí. Men í dag var Vendsyssel FF út fyri einum keðiligum tapi á heimavølli.
Vendsyssel FF tapti á heimavølli 2-3 ímóti Helsingør, hóast eina 2-1 leiðslu í steðginum.
Sambært blaðnum "Nordjyske" legði Helsingør seg á odda, tá Hallur Hansson tapti ein nærdyst á miðjum vølli. Bólturin endaði hjá Anders Holst, sum kundi leggja Helsingør á odda. Seinastu fimm minuttirnir av fyrra hálvleiki vóru teir bestu hjá Vendsyssel í dag. Tá 40 minuttir vóru farnir javnaði Bjarke Jacobsen til 1-1, og lítla løtu seinni legði Simon Okuson Vendsyssel FF á odda við einum stútara, har spælararnir hjá Helsingør annars hildu, at bólturin ikki var innanfyri málstrikuna.
Í byrjanini av seinna hálvleiki hevði Vendsyssel møguleikar til at tryggja sær sigurin, men teir tóku ikki av. Ìstaðin bleiv tað Helsingør, sum vendi dystinum seinasta stóra korterið av dystinum. Morten Koch skeyt tvey mál fyri Helsingør í 73. og í 75. minutti, og so var dysturin taptur fyri Vendsyssel FF.
Vendsyssel FF er á øðrum plássi við 36 stigum fyri 18 dystir. Lyngby er á odda við 41 stigum fyri 19 dystir. Horsen er nummar trý við 34 stigum fyri 19 dystir. So Vendsyssel FF hevur ein dyst til góðar. Liðið Jóan Símuni Edmundssyni og Viljormi Davidsen, Vejle er nummar fýra við 30 stigum. Vejle tapti ígjár 1-3 ímóti Silkeborg. Men góð troyst var tað, at Jóan Símun skeyt eitt ógloymandi vakurt mál.
Vendsyssel spælir útseta dystin ímóti HB Køge á útivølli 6. mars komandi ár.