Vendsyssel FF við fullari spælitíð til Hall Hansson, og við spælitíð í ein tíma til René Shaki Joensen spældi skuffandi javnleik 0-0 á heimavølli ímóti Næstved frammanfyri 1.407 áskoðarum á leikvøllinum í Hjørring í kvøld.
Úrslitið er tó ikki verri enn so, at Vendsyssel FF nú deilir fyrsta plássið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini saman við Lyngby. Bæði Lyngby og Vendsyssel FF hava 29 stig fyri 14 dystir. Fimm stig eru niður til Horsens, og seks stig eru niður til Fredericia.
Hallur Hansson var við í nógvum framrættaðum spæli hjá Vendsyssel, og sambært blaðnum "Nordjyske" var tað ein ivasom avgerð, tá Hallur Hansson í 12. minutti skoraði, men veittrað var fyri rangstøðu.
Sambært Nordjyske var Hallur Hansson einsamallur um at dríva offensivin hjá Vendsyssel FF í fyrra hálvleiki. Í seinna hálvleiki hevði Hallur Hansson aðrar málmøguleikar, men sambært Nordjyske hevði Hallur ikki neyðuga hepnið við sær í kvøld.
Nordjyske meinar eisini, at innskifti Victor Ahlmann hjá Vendsyssel átti at fingið tillutað brotsspark stutt undan leikloki, men dómarin hevði ikki somu áskoðan.
Komandi sunnudag verður føroyingauppgerð í Fredericia, tá liðið hjá Rógva Baldvinsson tekur ímóti Vendsyssel FF.