Vendsyssel og Hallur trýstir í botn

(Kykmynd) Síggj hæddarpunktini FC Vestsjælland-Vendsyssel FF her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini millum FC Vestsjælland og Vendsyssel FF, sum var leiktur ígjár í Slagelse. Dysturin endaði 0-0. 

 

Hallur Hansson spældi 87 minuttir av dystinum, meðan René Shaki Joensen fekk teir seinastu fýra minuttirnar av dystinum.

 

Sum sæst í hæddarpunktinum, so var tað botnliðið FC Vestsjælland, sum trýsti oddaliðið Vendsyssel FF, og hevði teir flestu og bestu málmøguleikarnar. Blaðið "Nordjyske" kom eisini við hørðum kritikki ímóti sínum lokala liðið, Vendsyssel FF í gjárakvøldið.

 

Venjarin hjá Vendsyssel FF staðfestir eisini í samrøðu á heimasíðu felagsins, at talan var um eitt slakari avrik hjá hansara monnum.