Tríggir føroyingar byrjaðu inni í toppdystinum í næstbestu donsku deildini, tá ið Vendsyssel FF og Vejle hittust í Hjørring í kvøld. Jóan Símun Edmundsson og Viljormur Davidsen byrjaðu inni hjá Vejle, meðan Hallur Hansson byrjaði inni hjá Vendsyssel FF. René S. Joensen byrjaði á beinkinum.
Simon Okosun legði Vendsyssel FF á odda 1-0 stutt fyri hálvleikssteðgin, og eitt korter inn í seinna hálvleik var tað Jens-Kristian Sørensen, sum økti til endaliga úrslitið, 2-0 til Vendsyssel FF. Báðir Vejle-føroyingarnir fingu fulla leiktíð, meðan Hallur Hansson spældi 81 minuttir. Í hansara stað kom landsmaðurin, René S. Joensen.
Sigurin hjá Vendsyssel FF mundi kennast serliga søtur í kvøld, nú Lyngby fyrr í dag einans fekk eitt stig frá 4-4-javnleiki ímóti FC Vestsjælland. Tað merkir, at Vendsyssel FF nú einans er eitt stig frá Lyngby á 1. plássinum. Vendsyssel FF hevur tó ein dyst til góðar og kann tískil vinna sær oddasessin.