Vendsyssel hyggur eftir føroyskum áleyparum

Venjarin hjá Halli Hansson í Vendsyssel, var í Føroyum í vikuskiftinum, har hann hevði eyguni úti eftir føroyskum áleyparum

Góðu avrikini á føroyska landsliðnum í seinastuni, hava latið dyrnar upp fyri føroyskum leikarum í altjóða fótbólti.

 

Í vikuskiftinum var venjarin hjá Halli Hansson í Vendsyssel FF, Ove Christensen, í Føroyum, har hann sum skilst hevði eyguni úti føroyskum áleyparum.

 

Ove Christensen var í gjár millum áskoðararnar í Runavík, har NSÍ og TB spældu málleysan javnleik. Áleyparin, sum hevði serligan áhuga hjá Ove Christensen var NSÍ framherjin, Klæmint A. Olsen.

 

Og í dag var Ove Christensen millum áskoðararnar í Gundadali, har tað serliga var ein leikari sum hevði áhuga hjá Vendsyssel venjaranum. Tað var profilurin á B36 liðnum, Lukasz Cieslewicz.

 

Tískil kann tað henda, at onkur áleypari í føroysku kappingini, fer at spæla í næstbestu donsku deildini, tá kappingin byrjar aftur um gott og væl tveir mánaðar.