Teir tríggir føroysku leikararnir í Vendsyssel FF, Hallur Hansson, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen, fáa eftir nýggjár ein nýggjan liðfelaga.
Vendsyssel boðar í dag frá, at felagið hevur skrivað ein 3-ára sáttmála við André Riel, ið kemur frá FC Helsingør.
25 ára gamli André Riel er í løtuni toppskjútti í næstbestu donsku deildini við 6 í 11 dystum.
Fólk sum hava fylgt føroyskum fótbólti leingi, kennast skjótt aftur við navnið André Riel.
André Riel spældi í seinnu hálvu av 2009 við B36, har hann tó ongantíð varð nøkur success. Hann byrjaði ongantíð inni teir fimm dystirnar, sum hann spældi við B36. Einasti skrásetti dysturin, har hann byrjaði inni fyri B36, var ein dyst fyri næstbesta liðið hjá B36, sum var ímóti Víkingi.
Men nú er áleyparin altso eitt heitt navn í donskum fótbólti. Hann er sum sagt toppskjútti í næstbestu donsku deildini, og skiftir eftir nýggjár til Vendsyssel FF.