Vendsyssel FF nýggjan venjara

Venjarin hevur óvæntað fingið sekkin í felagnum, har tríggir føroyingar spæla.

Føroyingarnir í Vendsyssel FF fáa nýggjan høvuðsvenjara, nú felagið í kvøld upplýsir, at samstarvið við svenska venjara teirra, Joakim Matsson, steðgar alt fyri eitt.


Nýggjur venjari er Erik Rasmussen, sum síðani ársskiftið hevur verið hjálparvenjari í felagnum. Hann 56 ára gamal og hevur royndir frá eitt nú FC Midtjylland og AGF.


Nevndarformaðurin í felagnum, Jacob Andersen, sigur við heimasíðu felagsins, at tey hava verið ógvuliga nøgd við Matsson, men at tað kravdi eina broyting og nýggj hugskot fyri at røkka málsetninginum.


Vendyssel FF er í løtuni á 2. plássi í næstbestu deildini í Danmark. Í hópinum eru føroyingarnir René S. Joensen, Meinhard E. Olsen og Hákun Edmundsson.