Vendið kanónunum ímóti tykkara egnu!

Tað er undarligt, at Fólkaflokkurin í Klaksvík skjýtur eftir býráðsleiðsluni, tá ið teirra egnu fólk eru við til at skerja virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og forða fyri neyðugum útbyggingum


Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð hevur heitt á býráðsleiðsluna um at fáa fund í lag við Klaksvíkar Sjúkrahúsi um útbyggingarnar og virksemið á sjúkrahúsinum.


Fólkaflokkurin heldur, at ágangurin á Klaksvíkar Sjúkrahús bara økist, og tí má Klaksvíkar Býráð gera nakað við støðuna.


Fyrst og fremst vil eg staðfesta, at Klaksvíkar Býráð er í støðugum samskifti við bæði leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og landsstýrismannin í heilsumálum um Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit gera nakað við støðuna, og vit verða við í komandi loysnum!


Hetta gera vit, hóast vit onga ábyrgd hava av rakstri, íløgum ella útbyggingum. Men vit ásanna týdningin, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fyri lokaløkið, og vit vilja viðvirka til, at karmarnir hjá lokala sjúkrahúsinum verða so góðir sum gjørligt.


Hinvegin undrar tað meg stórliga, at Fólkaflokkurin í Klaksvík brúkar tíð og orku uppá at venda kanónunum ímóti býráðsleiðsluni. Fólkaflokkurin situr sterkur í landsstýrissamgonguni, sum nú er við til at skerja virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og forða fyri neyðugum umvælingum og útbyggingum.


Fólkaflokkurin hevur 9 løgtingfólk og 3 landsstýrisfólk, og tað eru hesi, sum bert vilja geva Klaksvíkar Sjúkrahúsi 15 milliónir krónur til útbyggingar.


Eg haldi, at fólkafloksfólkini í Klaksvík heldur áttu at arbeitt og ávirka síni egnu fólk, sum veruliga hava ábyrgd á økinum, heldur enn at skjóta eftir býráðsleiðsluni í Klaksvík.
 
Veruleikin er, hetta landsstýrið sum so nógv onnur hevur ógvuliga ilt við at játta almennar pengar til útbyggingar í landsins næststørsta býi. Í høvuðsstaðnum skal ein hálv milliard krónur brúkast til útbygging av Landssjúkrahúsinum og ein onnur hálv milliard til ein nýggjan skúladepil.


Samstundis hevur samgongan við bit og slit megnað at sett 50 milliónir krónur av til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík og Klaksvíkar Sjúkrahúsi.


Eg vil við hesum heita á Fólkaflokkin um at venda kanónunum ímóti sínum egnu, sum sita við ábyrgd og ávirkan í Havn, og eg kann samstundis vissa øll um, at Klaksvíkar Býráð vil aktivt og áhaldandi viðvirka til, at umstøðurnar hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi verða betraðar.

Jógvan Skorheim,
borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu