Vendi ongum einsamallur

Rógvi Jacobsen mátti hyggja frá síðulinjuni, tá liðfelagarnir taptu uppiborið móti AB í gjár. ÍF hevur framvegis síni fyrstu stig til góðar, men landsliðsleikarin staðfestir, at hann ikki vendir gongdini einsamallur.

- Tað er ongantíð stuttligt at síggja sítt lið tapa. Eg gleði meg at sleppa aftur á vøllin og vónandi fer tað at eydnast okkum at fáa stig skjótt. Og tað fara vit at gera sum eitt lið, sigur Rógvi Jacobsen, sum seinastu vikuna er byrjaður at renna aftur eftir drúgva skaðasteðg. Og sum klaksvíkingurin staðfestir, ansar hann væl eftir, tí tað er býtt at byrja ov tíðliga.