Vendetta á Ó12

200 hevur síðan nýggjastu útgávuna "Vendetta" ferðast runt land og ríki á eini herferð fyri at fáa boðskapin um sína vendetta út.

 

Konsertferðin hevur víst føroyingum ein sera vælspælandi bólk við yvirskoti, og so hava konsertgestir stuttleika sær óført, meðan teir vístu fólki hetta.

 

Eitt er púra greitt, og tað er, at tað verður buldur og brak í Tórsgøtu 27. juli, tá 200 koma framvið á Ó12. Gittar, bass og trummur og grefligt kjaftaslit er enn uppskriftin, men við risahittinum "Við Love" hava 200 aftur vunnið sær pláss á føroyska popptindinum, og kærleiksboðskapurin vinnur alsamt fleiri fjepparar til politiska punkrokkin hjá teimum.

 

Fríggjakvøldið fáa fólk høvi at rokka við, tá 200 byggir land við love í Tórsgøtu á ólavsøkukonsertini.