Venda sær frá Berlusconi

Tær nógvu gølusøgurnar um italska forsætisráðharran, Silvio Berlusconi, eru so smátt farnar at ávirka umdømi hansara í heimlandinum. Í einari nýggjari meiningakanning siga 45 prosent av teimum spurdu, at tey hava hava álit á forsætisráðharranum, men 51 prosent siga, at tey hava einki ella sera lítið álit á honum.

Gølusøgurnar ávirka eftir øllum at døma eisini umdømið hjá stjórnini. Í kanningini siga 42 prosent, at tey hava álit á stjórnini, men 54 prosent siga, at tey hava ikki álit á henni.