London var í gjár rakt av einum álopi, tá ein maður koyrdi yvirum Westminster brúnna og koyrdi á fólk, ið vórðu til gongu á brúnni. Bilførarin steðgaði bilinum uttanfyri tingið í Westminster og skuldi inn, men bleiv skotin til deyðis av einum løgreglumanni. Áðrenn yvirgangsmaðurin bleiv skotin, hevði hann tikið lívið av fýra fólkum og gjørt skaða á nógv fleiri.
Maðurin, hvørs navn enn ikki almannakunngjørt, var føddur í Bretlandi og hevur í nøkur ár verið kendur hjá fregnartænastuni MI5, sum ein, ið verður settur í samband við víðgongdar yvirgangsfelagsskapir.
London á høgari tilbúgving
Tilbúgvingin í London er høg fyri tíðina og serliga eftir álopið. Hon er tó ikki á hægsta stigi beint nú, tí almennar keldur vilja verða við, at einki bendir á, at eitt nýtt álop kemur nú.
Áki Johansen, sendimaður Føroya í London, sigur, at dagligadagurin er komin aftur í London og at ein merkir ikki nógv til álopið í gjár.
- Theresa May segði í gjár, at álopið skuldi ikki fáa okkum at víkja frá okkara dagligdegi og okkara fólkaræðisligu sjónarmiðum, sum hesi álop vildu hava okkum at gera. Hon legði dent á, at vit skuldu halda áfram sum vit hava gjørt og tað merkir mann í dag, sigur Áki Johansen.
Áki Johansen sigur víðari, at hann hevur ikki fingið nakra kunning annað enn tað, at eingin danskur ríkisborgari var raktur av álopinum. Annað enn tað hevur danska sendistovan ikki fingið boð um.