Fiskivinna
? Skal gongdin í fiskivinnuni í Føroyum vendast, er tað ein avgerandi fortreyt, at vit fáa betri flutning ímillum Føroyar og umheimin.
Tað staðfestir Egil Olsen, formaður í ráfiskakeyparafelagnum - enn einaferð.
Hann sigur, tí at eitt tað størsta bakkasti, sum føroysk fiskivinna hevur verið fyri seinastu nógvu árini, var, at skotlandssiglingin hjá Smyrli helt uppat.
Eina tíð ímeðan skotlandssiglingin var, var Egil Olsen sjálvur stjóri á flakavirkinum á Tvøroyri.
? Tað tíðina fluttu vit eini 120 tons av feskum flaki til Skotlands við Smyrli um vikuna.
Hann sigur, at nú eru tær fesku vørurnar bara ein viðfáningur.
Egil Olsen sigur, at hetta er júst kjarnin í teimum trupulleikunum, føroyska fiskivinnan hevur og hetta er eisini høvuðslykilin til at venda gongdini.
? Vit noyðast at leggja dent á teir fyrimunir, vit hava framum láglønarlondini. Og tað er júst, at vit eru so tætt við marknaðin ogtí kunnu selja teimum spillfeskar vørur.
? Tann fyrimunin skulu vit brúka. Men skal ta bera til, verður eisini neyðugt við góðum flutningi.
Men tað heldur Egil Olsen ikki, at føroyingar hava ásannað enn, hóast tað er ávíst mangar ferðir.
Hann ivast onga løtu í, at ein stór orsøk til afturgongdina í Suðuroy seinastu árini, er, at skotlandssiglingin helt uppat.
? Skulu vit gera okkum vónir um at kunna selja feskar vørur í størri mun, verður neyðugt at fáa nógv betri flutning ímillum Føroyar og Skotland og tí eigur tann trupulleikin ikki at vera undirmettur, sum hann viðhvørt hevur varhugan av, at hann er.
Hann nevnir at íslendingar eru farnir at flúgva fisk á marknaðin hvønn dag og tað hevur gjørt, at teir hava lagt seg á ein stóran part av marknaðinum.
Ti heldur Egil Olsen, at tað verður alneyðugt at fáa betri samband fleiri ferðir um vikuna við báti og helst eisini við flogfari.
Hann ásannar, at tað er dýrt at flúgva við fiski. Men ein trupulleiki er, at næstan allur okkara innflutningur er úr Danmark. Sostatt mugu flogførini flúgva, har tey kunnu fáa vørur heimaftur við, tí annars loysir tað seg slett ikki. Men at flúgva til Keypmannahavnar og lossa vøruna víðari haðani frá upp í treylarar ella onnur flogfør, er ikki tað rætta. Fiskurin skal flúgvast so nær marknaðin sum gjørligt.
? Men vit sóu, at táið Smyril sigldi til Skotlands, fóru vit eisini at flyta vørur inn úr Skotlandi.
Egil Olsen sigur, at hetta er íløga í framtíðina og hetta er at skapar karmar fyri vinnulívið. ? Verður tað neyðugt, eigur landskassin sostatt at spjaða til, fyri at at flutningssambandið verður álítandi og trygt og ikki dettur niðurfyri aftur eftir stutta tíð.
Samstarv ímillum skip og virki
Hann heldur eisini, at tað verður neyðugt at endurskoða sambandi ímillum skip og virki.
? Í dag verða skip og virki rikin fullkomiliga hvør sær, men hetta verða vit noydd at endurskoða. Tað, sum hevur størstan týdning fyri marknaðin, er, at hann fær leveringstrygd fyri tað, hann vil hava. Men sum er, vita virkini í Føroyum ongantíð, hvørja rávøru tey fáa, tí skipini kunnu vera vekk nær sum helst, um tey halda, at tað akkurát tá loysir seg betri at avreiða onkra aðrastaðni.
Egil Olsen vísur á, at fyri tað er ikki sagt at skip og virki skulu leggjast heilt saman.
? Tað finnast nógvir millumvegir og undir øllum umstøðum er tað alneyðugt at fáa betri samstarv ímillum skip og virki.
? Betri flutningssamband við Skotland og økt samstarv ímillum skip og virki, eru tveir spurningar, sum vit ikki sleppa undan at viðgera, sigur Egil Olsen, formaður í felagnum fyri ráfiskakeyparar.