Tríggir statir í USA atkvøddu týsdagin um deyðarevsing. Allastaðni vísti amerikanarin, at hann er fyri deyðarevsingini.
Í California, Oklahoma og Nebraska atkvøddu veljararnir um ymisk mál, sum hava við deyðarevsing at gera.
Tingið í Nebrasa avgjørdi í fjør at strika deyðadómin sum revsing og heldur nýta lívstíðardómar uttan møguleikan fyri at verða royndarleyslatin.
Týsdagin slapp veljarin at taka avgerðina og hann lat ongan iva vera. 66 prosent av veljarunum í Nebraska atkvøddu fyri at endurinnføra deyðarevsingina. Heldur ivasom tíðindi hjá teimum 10 brotsmonnunum, sum eru dømdir til deyða.
Í Oklahoma atkvøddu veljararnir fyri at leggja deyðarevsingina afturat grundlógini hjá statinum. Hetta merkir, at Oklahoma kann nýta øll góðkend sløg av deyðarevsing, sum ikki eru bannaði av amerikansku grundlógini.
Í California var eitt uppskot til atkvøðugreiðslu, um at avtaka deyðarevsingina. Men úrslitið var tað sama, sum tá uppskotið var lagt fram fyri fýra árum síðani. Hóast California hevur dømt yvir 900 fólk til deyða síðani 1978, eru einans 13 teirra tiknir av lívi. Seinast California tók lívið av einum var í 2006.
Síðani ár 2000 hava átta amerikanskir statir avskaffað deyðarevsingina.










