Vend komin í búskapin

Felagsskapurin fyri búskaparligum samstarvi og menning, OECD, sigur í einari nýggjari frágreiðing, at sjónligur vøkstur er í búskapinum hjá teimum 30 limalondunum.

OECD væntar, at búskaparvøksturin í USA verður 6 prosent í seinna hálvári í ár, 4,2 prosent næsta ár og 3,8 prosent í 2005. Í ES-londunum verður vøksturin í ár 0,7 prosent, næsta ár 1,9 prosent og 2,5 prosent í 2005. Leiðandi búskaparfrøðingurin hjá felagsskapinum, fransmaðurin Jean-Philippe Cotis, minnir samstundis ES-londini á, at tað er neyðugt at skerja hallið á fíggjarlógini, tí stórt hall kann forkoma framburðinum, sigur hann. Sum er dugir hann ikki at síggja, at londini kunnu sleppa av við hallið í bræði, verður einki munagott gjørt.

Norsku politikarnir fáa somu ávaring. Annars væntar OECD, at búskaparvøksturin í Noregi verður 0,5 prosent í ár, men 2,75 prosent næsta ár. Men norsku politikararnir mugu leggja dent á at skerja tær almennu útreiðslurnar, sigur Jean-Philippe Cotis við Aftenposten.