Talv
Átta umfør eru nú leikt, tvey resta í, og enn er einki avgjørt. Als ikki. Framvegis er talan um fimm lið sum øll kunna vinna FM-heitið. Men greitt er at vent er í holuni, tí ikki longur eru tað havnarmenn sum eiga fyrsta pláss, eftir dupultumfarið í vikuskiftinum.
Klaksvíkingar vunnu tveir tryggar 3-1 sigrar, ávíkavist móti hvalvíkingum leygardagin, og sunnudagin móti kollfirðingum. Serliga hevur Ólavur Simonsen víst tenn, og prógvað seg sum ein verdugan topptelvara. Hann hevur nú heili seks stig av átta møguligum á fyrsta borði, og er hann samstundis eisini toppskorari á fremsta borði í deildini. Talvið ímóti Hans Kristian Simonsen sunnudagin var eftir øllum at døma ein sonn perla.
Eisini hevur Rani Nolsøe vunnið sær nøkur kærkomin stig, eftir at nærum einki gekk honum til vildars fyrstu seks umførini. Rani vann í vikuskiftinum á Finnbjørn Zachariassen, og leikti javnleik móti Torbjørn Thomsen. Veðrið var ótespiligt sunnudagin, og hetta viðførdi at kollfirðingar máttu yvirnátta í Klaksvík vegna veður. Væl og leingi varð tí analyserað eftir dystin.
Toftamenn klintra væl rætta vegin
Ein 2-2 dystur og eitt 1-3 tap varð úrtøkan hjá fyrrverandi oddaliðinum úr Havn. Javnleikurin móti vestmenningum leygardagin eru teir neyvan nøgdur við, serliga um vit hava í huga, at teir hittu vestmenningar uttan IM John Rødgaard á liðnum í sjeynda umfari.
Dysturin millum havnarmenn og toftamenn gav sigur til útiliðið. Eitt heldur óvæntað úrslit. Heimaliðið var nakað skert. Tað tykist sum um aftaru borðini hjá toftamonnum nú eisini eru í holtur við at slúka stig inn.
Olaf Berg vann á føroyameistaranum frá 1987, Boga Ziska. Olaf hevur røkt fyrsta borðið (Martin Poulsen burturstaddur) væl, og hevur nú eftir eina óstøðuga byrjan 50% skoru, fýra stig av átta.
Jens Kristian Hansen fær ikki 100% skoru í ár. Tað bleiv greitt eftir hansara javnleik móti Torbjørn Thomsen í dystinum millum toftamenn og kollfirðingar í sjeynda umfari. Men hinvegin vann drúgvi toftamaðurin aftur sunnudagin, hesaferð á Herluf Hansen, og hevur tí 7,5 stig av átta møguligum. Einastandandi.
Umsíðir vann Rødgaard
Seinastu 2-3 árini hevur liðkappingin hjá einasta altjóða meistara okkara, John Rødgaard, ikki eydnast væl. Ferðingin frá Suðuroy til meginlandi hvørt leikumfar troyttar sjálvsagt, og hevur eitt nú sína orsøk til gongd hansara. Hann hevur tó at kalla á hvørjum árið vunni taptu ratingstigini innaftur í einstaklinga-FM og á Talvolympiadum, soleiðis at hann eftir hvørt kappingarár umleið heldur sær á teimum 2300.
John vann sítt fyrsta talv í liðkappingini ímóti Martin Brekká, Hvalvík. Men lítið hjálpti, tí vestmenningar taptu hendan týðandi dyst 3-1. Teir muga nú við vissu tungu leiðina niður í 2. deild. Heili átta stig eru upp til kollfirðingar á fimta plássi. Spell fyri vestmenningar sum vunnu FM í fjør.
9. umfar verður leikt 02. mars. Hetta kemst millum annað av at, at NM fyri unglingar verður hildið í Føroyum í døgunum 14-16. februar. Telvað verður í Norðurlandahúsinum.
Talvfelagið Føroyar heldur tørn
Fimta umfarið í vikuskiftinum var at kalla eitt lagnuumfar fyri útisetarnir í Keypmannahavn. Mótstøðuliðið var Helsingør, sum vóru næstfremstir í deildini, hálvt stig aftanfyri okkara lið. Dysturin var sera javnur, men við sindur av viðvindi høvdu vit vunnu dystin. Men so bleiv ikki. Dysturin endaði 4-4.
Teir sum vunnu vórðu; John Arni Nilssen, Eyðun Nolsøe og Terji Petersen. Javnleik fingu Carl Eli og Finn Nøhr, meðan IM Nicolaj Borge, Heini Olsen og Heini Danielsen taptu.
Tvey umfør resta í, og í mun til tey lið vit stríðast við, hava vit bestu kortini. Vit hitta nevnliga eitt botnlið og eitt miðlið.
Toppurin í 2. deild
Talvf. Føroyar23,5
Helsingør23,0
Hillerød22,5
Fredriksberg21,5
Einstøku úrslitini higartil: IM Borge 3/5, John Arni 4/5, Heini O. 3,5/5, Eyðun N. 2,5/3, Carl Eli 3/5, Heini D. 2,5/5 Finn Nøhr 2/5, Terji P. 2/5 og Arild Rimestad 1/ 2.










