Eftir fýra ársfjórðingar á rað við minkandi bruttotjóðarframleiðslu er vend komin í danska búskapin, tí sambært teirri seinastu uppgerðini vaks bruttotjóðarframleiðslan 0,6 prosent í triðja ársfjórðingi í ár.
Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, sigur við DR, at úrslitið var betur enn væntað og boðar frá, at danski búskapurin hevur fótað sær aftur.
Hann vísir á, at í veruleikanum var vøksturin í Danmark í triðja ársfjórðingi størri enn meðalvøksturin í Evropa. Eitt nú er tann privata nýtslan vaksin, og tað sama er hent við íløgunum.