Vencil upplestur í Leikalund

Í sambandi við at eitt nýtt nummar av skaldskapartíðarritinum Vencili júst er út¬kom¬ið, skipa Vencil og Leikalund fyri upplestri í Leikalund í Klaksvík komandi tunn¬ilsdag, sunnukvøldið 29. apríl kl. 20.00.

Á skránni verður upplestur av bæði upprunaføroyskum og týddum tekstum úr teim¬um báðum fyrstu numrunum av Vencili, og høvundarnir, ið fara at lesa, eru Alexandur Kristiansen, Hanus Kamban, Heðin M. Klein, Carl Jóhan Jensen, Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð. Møguliga vera enn fleiri høvundar við, tá ið av tornar.

Høvi verður á staðnum at keypa sær eintøk av Vencili, bæði Nr. 1/2006 og Nr. 2/2007, og at seta seg sum haldara. Sí eisini heimasíðu Vencils www.vencil.fo, har mangt áhugavert er at finna fyri bæði lesandi og skrivandi, eitt nú ein nýggjur tekst¬ur um heimsgitna rithøvundin Gabriel García Márquez, sum fylti 80 ár 6. mars í ár.

Vencil