Í hesi útgávuni av Vencil eru eitt nú yrkingar eftir Jóanes Nielsen, Katrina Ottarsdóttir, Alexandur Kristiansen, Róa Patursson, Berg Rønna Moberg, Kim Simonsen og yrkingadebutanturin hetta nummarið eitur Símun Skorastein.
Sólvør Patursson Niclasen hevur skrivað eina ritroynd um Havnina, Oddvør Johansen eina stuttsøu um svik og so debuterar Liv Maria Róadóttir Jæger á føroyskum við sjey stuttprosatekstum.
Av útlendskum tilfari kunnu nevnast krígssøgan, “Tað, teir bóru” eftir Tim O’Brien, yrkingar eftir Mark Wunderlich, William Carlos Williams og ein stuttsøga eftir Naja Marie Aidt.