Í fylgi við heimshøvundum, tónleiki og upplestri verður sjeynda útgávan av skaldskaparritinum Vencil løgd fram í annaðkvøld Hvat hava James Joyce, Tove Ditlevsen, Malan Poulsen og Jóanes Nielsen í felag?
Saman við einari ørgrynnu av øðrum høvundum, eru tey skrivandi í føroyska skaldskapartíðarritinum Vencili nummar 7, ið fær lív fríggjakvøldið 25. september kl. 20. Hetta verður á móttøku á grafiska verkstaðnum Steinprent á Skálatrøð í Havn.
Á móttøkuni verður upplestur og sangur. Tey sum lesa upp verða Katrin Reinert, Bárður Persson, Malan Poulsen, Vagnur Streymoy og Oddfríður M. Rasmussen. Tónarnar eiga tenorurin Petur Niclasen og gittarleikarin Ólavur Jacobsen.
Teir báðir menninir handan Vencil, Arnbjørn Ó. Dalsgarð og Oddfríður M. Rasmussen siga, at Vecil hesaferð er stúgvandi fullur av góðum tilfari frá góðum - bæði royndum og minni royndum - høvundum.
Millum týddu tekstirnar finna vit tekstir eftir víðagitnar høvundar sum James Joyce, Tove Ditlevsen og Joseph Brodsky. Og teir føroysku eru hesaferð enn fleiri í tali enn vanligt: Tóroddur Poulsen, Malan Poulsen, Jóanes Nielsen, Katrin Reinert, Rói Patursson, Turid Thomsen, Carl Jóhan Jensen, Oddfríður M. Rasmussen, Tummas Niclái Arge, Bergur R. Moberg, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Alexandur Kristiansen, Agnar Artúvertin, Dávur í Dali, Vagnur Streymoy og Sólrún Michelsen.
Vencil hevur eisini eina virkna heimasíðu, har til ber at lesa um og at hoyra skaldskap verða bornan fram.
Eisini ber til at tekna seg sum haldara av skaldskapartíðarritinum á heimasíðuni, sum eitur www.vencil.fo