Vencil rakar nútíðina

Samspælið millum menniskjað og nútíðarsamfelagið er tema í skaldskaparritinum Vencil, sum júst er komið út á sætta sinni

Hesuferð bjóðar Vencil eina røð av stuttsøgum og yrkingum, sum lýsa fløkta nútíðarsamfelagið og eitt nú átrúnað, sum í vaksandi mun myndar gerandisdagin, eisini í Føroyum.

Millum upprunaføroysku stuttsøgurnar eru eitt nú ?Gongubreyt-in? eftir Anniku Skaalum og ?Exit Farao? eftir Hanus Kamban, sum á hvør sín hátt lýsa, hvat kann henda, tá tøknin tekur ræði á menniskjanum.

Søgurnar ?Hann ið týndi mannaættina? eftir Agnar Artúvertin og ?Hin blái eingilin? eftir Sólrún Michelsen geva hvør sína uppliving av fundamentalismu.

Yrkingarnar bjóða somuleiðis tulkingar av somu evnum, yrkingar eftir høvundar sum Dáv í Dali, Maluna Poulsen, Berg Rønne Moberg, Z. Dam og Wilhelm, Vagn Streymoy og Agnar Artúvertin. Aðrar meiri tilverutulkandi yrkinar eru eisini við, eftir høvundar sum Sissal Kampmann og Rannvá Skeel Jacobsen.

Millum týddir tekstirnir finna vit stuttsøguna ?Fiti? eftir amerikanska stutt-søgumeistaran Raymond Carver, og stuttsøgur eftir donsku rithøvundarnar Jan Sonnegaard og Jørn Fabricius.

Amerikanska Anne Carson hevur heilar 11 yrkingar við

Sum nakað heilt serligt hevur Vencil fingið sendandi eina týðing av yrkingini ?Løgin frukt? eftir Abel Meeropol, sum er best kend sum ?Strange Fruit?, ið Billie Holliday gjørdi kenda í síni tíð.

Vencil fæst í bókabúðunum ella á heimasíðuni www.vencil.fo

Ritstjórar eru Oddfríður M. Ramsussen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð