Vencil á gøtuni í dag

Framløga av triðja nummarinum av skaldskapartíðarritinum Vencil verður í Hvonn kl. 17 í dag. Triðja nummarið av tíðarritinum Vencil kemur út í dag, og í tí sambandi verður móttøka í Sigmundarstovu í Hvonn kl. 17.

Eitt nýskrivað kvæði er við í Vencili hesaferð, og tí verður farið upp á gólv. Eisini fara høvundar at lesa upp úr útgávuni. Harumframt eru nýskjaldur, stuttsøgur, yrkingar og ritroyndir í Vencili hesaferð.

Av teimum føroysku uppruna prosatekstunum kunnu nevnast ein ritroynd eftir Tórodd Poulsen, stuttsøgur eftir Sólrúna Michelsen, Sámal Kristian Jacobsen og Oddfríð Marna Rasmussen. Av skaldskapi á bundnum máli eru yrkingar eftir Hanus Kamban, Heðin M. Klein, Rannvá Skeel Johannesen og Katrina Reinert.

Av týðingum er kanska mest áhugaverdi týddi teksturin hesaferð er stuttsøgan ?Vár í øsku? eftir sýriska Zakariyya Tamer. Hetta er ein næstan surrealistisk stuttsøga, sum er týdd til føroyskt beinleiðis úr arabiskum. Amerikanski Ron Padgett hevur bæði yrkingar og stutt-stuttsøgur við. Nakað heilt serligt er tað, at ein av longu yrkingum hansara, ?Heilt Øgiliga og ótrúliga órættvísið sum í verðini er?, hevur hann sjálvur sent inn til Vencil. Tað er Gunnar Hoydal, sum aftur hevur staðið fyri meistaraligu týðingini.

Hansina Iversen hevur gjørt permuna, sum er prentað á Grafiska verkstaðnum í Havn.