Vencil fyri byrjarar

Nýggjasta útgávan av bókmentaritinum Vencil gevur eitt forkunnugt innlit í fyrstu royndirnar hjá bæði føroyskum og útlendskum rithøvundum

Vencil fjórði er ognaður teimum, ið á onkran hátt royna seg sum rithøvundar fyri fyrstu ferð.

Millum føroysku nýkomingarnar eru upprunatekstir eftir millum onnur Duritu L. Jóansdóttir, Hans Olaf Joensen, Torfinn Jákupsson, Sissal Kampmann, Herluf Hansen, Anniku Skaalum, Annu Mortensen og Leif Olsen. Hesi hava skrivað yrkingar, ritroyndir og stuttsøgur.

Eisini í týddu tekstunum fáa vit innlit í fyrstu royndirnar hjá fleiri kendum rithøvundum. Millum annað hevur Arnbjørn Ó. Dalsgarð týtt eina av fyrstu stuttsøgunum hjá Naja Maria Aidt, ið vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2008.

Við er eisini ein stuttsøga eftir Haruki Murakami, sum er úr fyrsta stuttsøgusavni hansara, sum kom út á enskum. Pauli Nielsen týddi.

Harumframt eru týðingar av so frægum høvundum sum eitt nú Ernest Hemingway, Michael Strunge, og H.P. Lovecraft.

Samstundis, sum Vencil fjóðri kemur út, eru nýggir upplestrar lagdir út á heimasíðuna hjá ritinum, www.vencil.fo., har tað nú eisini ber til at tekna seg sum haldara.