Vencil fjórði ognaður nýkomingum

Nýggjasta útgávan av bókmentaritinum Vencil er ognað teimum, ið á onkran hátt royna seg sum rithøvundar fyri fyrstu ferð


Nýggi Vencil er hin fjórði í røðini, og er hann ognaður nýkomingum. Summir av teimum gjørdust bæði kendir og heimskendir seinni, meðan aðrir kanska verða tað einaferð.

Millum føroysku høvundarnar, ið royna seg fyri fyrstu ferð, finna vit Duritu L. Jóansdóttir, Hans Olaf Joensen, Torfinn Jákupsson, Sissal Kampmann, Herluf Hansen, Anniku Skaalum, Annu Mortensen og Leif Olsen. Hesi hava skrivað yrkingar ritroyndir og stuttsøgur við. 



Heimskendir nýbyrjarar

Hvør veit – kansa fjalir ein Strunge ella Hemingway seg millum føroysku høvundarnar, ið royna seg á fyrsta sinni. Til ber í øllum førum at samanbera við, hvussu tað hilnaðist hjá onkrum av teimum stóru høvundunum, tá eisini teir vóru nýkomingar. Týddu tekstirnir í Vencili hesuferð hava nevniliga eisini okkurt við hetta at debutera at gera.

Við er ein stuttsøga eftir Haruki Murakami, sum er úr fyrsta stuttsøgusavni hansara, sum kom út á enskum. Pauli Nielsen týddi.

Í Vencili fjórða ber nú eisni til á fyrsta sinni at lesa Naju Maria Aidt á føroyskum. Hon vann Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2008. Søgan er úr hennara fyrsta stuttsøgusavni, og tað er Arnbjørn Ólavsson Dalgarð, sum hevur týtt. Úlfur Hjörvar er eisini við í Vencili á hesum sinni. Tað er Carl Jóhan Jensen, sum hevur týtt hann. Eisini eru týðingar við eftir so mætar rithøvundar sum Ernest Hemingway, John Ashbery, Michael Strunge, Peter Adolphsen, Syndra Freysson og H.P. Lovecraft. Við øðrum orðum, so er Vencil fjórði ein góður blandingur av øllum tekstasløgum og fólki úr øllum heraðshornum.

Innihaldið fevnir víða. Alt frá eistrunum á veðraskjøldri løgmans, umvegis ein, ið finnur beinagrindina á Guði og til ein fíl, sum hvørvur í einum djóragarði. 



Lurta á www.vencil.fo

Samstundis, sum Vencil fjóðri kemur út, eru nýggir upplestrar lagdir út á heimasíðuna hjá ritinum, www.vencil.fo. Millum annað lesur Hugin Eide stuttsøguna “Jodok letur heilsa”, og eisini skipar Jónleif Johannesen egið kvæði úr Vencili triðja, ið nevnist “Deyðastund Sigmundar”.

Sum nakað nýtt, ber nú eisini til at tekna seg til haldara beinleiðis á heimasíðuni.