Vencil fimti komin

So er fimta útgávan av skald¬skapar¬tíð¬ar¬rit¬inum Vencili komin, har føroyskir og útlendskir høvundar venda og benda lívsins og listarinnar stóru spurningum

Enn einaferð er tað eydnast ritsjórnini á skaldskapartíðarritinum Vencil at savna so mikið av dygdargóðum tilfari, at tað kann fylla enn eina útgávu av ritinum, sum nú hevur hálvttriðja ár á baki. 



Skaldskapur og permulist

Vencil fimti er býttur í trý evni. Fyrsta evnið kann rópast meta¬skaldsligt við tekstum, sum á onkran hátt viðgera skaldskap ella tað at skapa. Annað evnið er heldur eksistentielt, har tilveruspurningar verða viðgjørdir, meðan triðja evnið viðger á ymiskan hátt handan¬royndir og vegin hagar.

Høvundarnir og týðarar, sum viðgera evnini eru: A.S. Byatt, sum Pauli Nielsen hevur týtt, Richard Bratigan og John Ashbery, sum Alexandur Kristiansen hevur týtt, Alexandur Kristiansen, N-Jón Ellendersen, Agnar Artúvertin, Grace Paley, sum Gunnar Hoydal og Oddfríður M. Rasmussen hava týtt, Tóroddur Poulsen, Ludvík Breckmann, Annika Skaalum, Steinbjørn B. Jacobsen, Kim Simonsen, Paul Celan, sum Heðin M Klein hevur týtt, Hanus Kamban, Franz Kafka, sum Hanus Kamban hevur týtt, Randi Ward, sum Óla Jákup Niclasen hevur týtt, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Oddfríður Marni Rasmussen, Kjartan Hansen, Vangur Streymoy og Katrin Reinert.

Eins og í hinum útgávunum, er permumyndin á Vencili eitt listaverk í sær sjálvum.

Hesa ferð hevur før¬oyski listamaðurin Bárður Jákupsson verið á Grafiska verkstaðnum og mynd¬prýtt permuna. Myndaevnið er úr søguni “Ein steinkvinna”, sum A.S. Byatt hevur skrivað, og sum Pauli Nielsen týtt til Vencil fimta. 



Maratonupplestur

Í samband við at Vencil fimti kemur út, og at bókmentadagar eru í Havn 4.-7. desember, fara høvundar, sum hava skrivað í teimum fimm numrunum higartil og aðrir gestahøvundar at lesa marathonupplestur í Reinsarínum 4. desember klokkan 20:00. Lisið verður uttan steðg í 3-4 tímar. Millum teirra, sum tá fara at lesa upp, eru Heðin M. Klein, Katrin Reinert, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Sigri M. Gaini, Kim Simonsen, Bárður Persson, Vónbjørt Vang, Oddfríður Marni Rasmussen, Carl Johan Jensen, Hanus Kamban og fleiri onnur.

Lisið verður uttan steðg í 3-4 tímar.

Tað eru teir báðir Oddfríður M. Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, sum ritstjórna Vencil.