Vencil bjóðar upplestur á alnetinum

Skaldskapartíðarritið Vencil bjóðar nú høvundum og lesarum ein nýggjan hátt at koma í samband hvør við annan Á heimasíðuni www.vencil.fo fer Vencil at byggja upp eitt ljóð- og kykmyndasavn við upplestri av yrkingum, søgum og øðrum bókmentaligum tilfari, sum verður ókeypis atgongt hjá øllum, ið eru knýtt í alnetið. Við hesum vil Vencil eisini vísa á, at skaldskapur kann vera so nógv meira enn tað, sum kemur á prent.

Sambært tíðindaskrivi frá Vencili verða fyrstu yrkingarnar lagdar í savnið nú um vikuskiftið. Í fyrstu syftu verður talan um tekstir, sum staðið hava í Vencili, men savnið fer ætlandi eisini at innihalda annað upplisið tilfar, so sum smakkroyndir úr nýggjum útgávum og upptøkur frá tiltøkum við upplestri. Ritstjórnin bjóðar í hesum sambandi rithøvundum, sum geva út ella sum lesa upp á tiltøkum, og sum hava hug at royna seg við hesum nýggja miðli, at gera vart við seg.

Næsta nummar av Vencili kemur annars út 23. mars. Henda dag klokkan 16.30 verður skipað fyri móttøku í Riti & Ráki við upplestri. Øll bókmentaáhugað eru hjartaliga væl komin til móttøkuna.

Ritstjórar á Vencili eru Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.