Kenda stuttsøgan ?Ein steinkvinna? eftir A.S. Byatt er nú at finna á føroyskum í nýggjastu útgávuni av skaldskapartíðaritinum Vencil
Stuttsøgan ?Ein steinkvinna? finst í ymsum útgávum. Útgávan sum er prentað í Vencil hesuferð, stóð í amerikanska tíðarritinum The New Yorker í 2003.
Tað er Pauli Nilesen, sum hegnisliga hevur týtt hesa forkunnugu søgu til føroyskt.
A.S. Byatt (f. 1936) er altjóða viðurkendur rithøvundur úr Englandi. Hon er kend fyri sínar skaldsøgur og stuttsøgur, men hevur eisini skrivað filmshandrit og útvarpsleikrit. Hon hevur vunnið eitt hav av ymiskum virðislønum fyri skaldskap sín.
?Ein steinkvinna? hevur eisini givið íblásturin til permumyndina á Vencili hesuferð.
Tað er listamaðurin Bárður Jákupsson, sum hevur gjørt prentið á Grafiska verkstaðnum.
Vencil fæst í bókahandlunum og eisini ber til at tekna seg sum haldara á heimasíðuni: www.vencil.fo.