Vencil bíðar eftir nútíðini

1. mars er seinasta freist at lata inn tilfar til næsta Vencil, sum hesaferð fer at snara kring nútíðina Sætta útgávan av skaldskaparritinum Vencil er nú í gerð, og freistin at lata inn tilfar er 1. mars 2009.

Hesa ferð heita ritstjórarnir á høvundarnar um at royna at skriva stuttsøgur og yrkingar, sum onkursvegna endurspegla nútíðar samfelagið, soleiðis sum høvundurin sjálvur sær tað.

Serliga vilja teir hava lýst stríðið um virði og ráðandi heimsmyndir, sum vit dagliga hoyra um í fjølmiðlunum, herundir hvussu nýggja samskiftistøknin ávirkar hetta stríð.

Vencil vil við hesum hava fram ymsar fatanir og tulkingar av leikluti okkara í hesum altjóða leiki, bæði sum einstaklingar og sum tjóð.

Sendið tilfarið til vencil@vencil.fo