Ven teg at eta chili

Tað ber til at venja seg við at eta chili. Tað snýr seg um at eta nóg nógv av tí, siga granskarar.

Tað sterka í chiliinum eitur capsaicin og gevur eina brennandi kenslu í munninum og sveitta á pannuni. Evnið ávirkar nervaendirnar í munninum, nøsini, búkinum og húðini, ið senda tekin upp til heilan, tá vit brenna okkum, ella tá húðin verður irriterað. Hesar nervurnar útgeva evnið: substans P.

 

Eta vit javnan chili, so tømist hetta evnið, og tí ber tað til at eta sterkari og sterkari mat. Evnið, substans P, verður bygt upp aftur, um ein ikki etur sterkan mat í longri tíð, skrivar Illustreret Videnskab.

 

Summar menniskjur tola betri sterkan mat enn aðrar, tá tær hava færri smakkleykir enn miðal-fólkið.