Vemmilig Youtube avbjóðing kostað amerikanskum barni lívið

Foreldur ávara í móti Hot Water Challenge

Alsamt fleiri børn hyggja at sjonbondum á Youtube, har tey verða eggjaði til at taka lut í farligum avbjóðingum. Ein slík avbjóðing hevur longu kostað átta ára gamlari gentu í Florida lívið.

 

 

Avbjóðingin kallast Hot Water Challenge, og hon leggur upp til at børnini drekka kókandi vatn gjøgnum súgvirør ella, at tey stoyta kókandi heitt vatn omaná onkran, sum ikki veit av tí. 

 

 

Átta ára gamla gentan í Florida fekk hesa avbjóðingina frá systkinabarn sínum, sum bað hana drekka kókandi vatn gjøgnum súgvirør. Hetta leiddi til álvarsom brandsár í munninum og hálsinum, og hon doyði seinni av avleiðingunum, veit cbsnews. 

 

 

Foreldur og avvarðandi ynskja tí at ávara onnur foreldur og minna á at halda eyga við tí, sum børnini gera og hyggja at á netinum, skrivar miðilin.

 

 

Amerikanskir miðlar skriva eisini um dømi, har børn hava fingið oyst kókandi vatn omanyvir seg. Ein 11 ára gomul genta lá og svav, tá vinir hennara oystu kókandi vatn á hana, og hon hevur eisini fingið álvarsamar skaðar og greflig arr. Tað sama hendi tíggju ára gomlum drongi í Norður Karolina.