- Tað, sum nú fer fram í samgonguni, er ein vemmilig samansvørjing ímóti sandoyingum.
Hetta er støðan, sum Gerhard Lognberg, løgtingsmaður úr Sandoy hevur, nú samgongan skal viðgera málið um, hvussu útbyggingar skulu raðfestast tey næstu árini.
Í hesum sambandi er tað ein stórur spurningur, hvussu verður við teimum báðum undirsjóvartunlunum, sum eru á tapetinum, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Borgarafundur var í Skopun í gjárkvøldið og har var Gerhard Lognberg eisini til staðar.
Og eftir fundin sigur hann, at ætlanin í hjá politikarum í samgonguni um at útseta Sandoyartunnilin í fýra ella fimm ár, er einki minni enn ein tað er ein vemmilig samansvørjing ímóti sandoyingum.
Hann vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin skal byrja um eitt ár og hann krevur, at hendan samtyktin verður hildin.
- Tað verður undir ongum umstøðum góðtikið, at vikið verður frá hesi samtyktini hjá Løgtinginum, sigur hann.
Tí stendur hann fast við tað, hann alla tíðina hevur ført fram um, at skal hann framvegis vera partur í samgonguni, skal tunnilin gerast nú.
Gerhard Lognberg er framvegis ikki til at vika í málinum um undirsjóvartunnil