West Ham hevur tapt allar fýra teir fyrstu dystirnar í ensku Premier League. Tí skuldi tað verið sjálvsagt, at West Ham venjarin, Avram Grant var við síðulinjuna, tá lið hansara skal spæla á útivølli ímóti Stoke klokkan 12.45 í dag.
Men í dag er ikki bara Premier League á skránni. Í dag halda jødar kring heimin Yom Kippur, sum er tann størsti halgidagurin hjá jødiska fólkinum. Avram Grant ætlar ikki at verða verri enn aðrir jødar, og í dag ætlar hann at halda Yom Kippur, og harvið gera sínar átrúnaðarligu skyldur. Jødar fasta og biða í eitt heilt samdøgur, tá teir halda Yom Kippur.
Yom Kippur gjørdist eisini ein enn sterkari hugtak aftaná 1973, tá arabisku grannalondini lupu á Ísrael, meðan hesir hildu Yom Kippur. Hóast jødarnir vóru tiknir á bóli, so sigraðu teir kortini í tí sum eftirtíðin hevur nevnt ?Yom Kippur kríggið?
- Eg verið ikki til dystin hjá West Ham í dag, tí hetta er ein dagur, sum hevur stóran týdning fyri meg. Eg geri hetta eisini í stórari virðing fyri foreldrum mínum, serliga tá eg hugsi um alt tað, sum tey máttu líða undir seinna heimsbardaga, sigur Avram Grant við SkySports.
Pápi Avram Grant, Meir Grant, sum var føddur í Póllandi, var tann einasti í sínum húsi, sum yvirlivdi Holocaust undir seinna heimsbardaga.