Veltan fær forkunnuga vitjan

Seinnapartin í morgin ella í annaðkvøld kemur seglskipið Dagmar Aaen til Sands at vitja Veltuna.

Seinnapartin í morgin ella í annaðkvøld kemur seglskipið Dagmar Aaen til Sands at vitja Veltuna.

 

Endamálið við vitjanini hjá skipi og manning á Sandi er eitt nú at varpa ljós á burðardyggar verkætlanir í Norðurhøvum, umframt at ljós verður varpað á veðurlagsbroytingar, sum eru ein veruleiki.

 

Umborð á Dagmar Aaen eru granskarar, rithøvundar og onnur, og á ferðini hesaferð liggur leiðin eisini til Íslands, Grønlands og Kanada.

 

- Neyðugt er at venda gongdini, og tað er ikki nóg mikið, at alt gongur, sum tað gongur nú. Tíðin er komin til at gera nakað og finna loysnir.

 

Tey, sum standa aftan fyri verkætlanina við Dagmar Aaen, vísa á, at tað eru mong, sum royna gera nakað, og millum hesi eru bæði vanlig fólk, stjórnir og orkuveitarar.

 

Tað er Arved Fuchs, sum eigur Dagmar Aaen, og manningin ynskir at vera eitt sendiboð fyri eini hugburðsbroyting og soleiðis eisini ein ”felags reyður tráður” í hesi søk.

 

Meira kann lesast um virksemið hjá seglskipinum, Dagmar Aaen, um heimasíðuna - https://www.arved-fuchs.de/en/expeditions/ocean-change-0