Skálabotnur:
Keldan hevur longi havt plásstrot í gamla sali, sum stendur stutt frá nýggja salinum. Gamli salur hevur bert 150 stólar, og samkoman 300 limir. Men tað verður ikki ein trupulleiki longur, tí í nýggja sali eru ikki færri enn 800 stólar.
Hetta síggja tey í Skálabotni tó ikki sum ov mikið, tí Keldan er ein samkoma í vøkstri. Seinastu tvey ella trý árini er talið á samkomulim økt úr um 150 upp í 300.
Samkomuleiðarin Pauli Høj greiðir frá, at mangan hevur tað verið alt ov trongligt í gamla sali, og tá avmarkingin er pláss, so ber illa til hjá einari samkomu at mennast.
? Men nú verður øðrvísi. Nú er ov mikið av plássi, so nú fara fólk at koma, væntar hann.
Ljóðgóðska í topp
Tá ein trínur inn í nýggja salin, er tað nærum sum at trína inn í eitt studio ella rættari eina velduga konserthøll. Himmalhøgt til loftið, og bara við at lurta eftir tosinum og hurrinum frá ymiskum maskinum, fær ein ta fatan, at akustikkurin er avbera góður. Stórur dentur er lagdur á ljóð og ljósgóðskuna. Yvirhøvur sást á øllum brøgdum, at hetta er ein vælgjøgnumførd verkætlan, har ongin slingur er í valsinum.
Miksipulturin er ein av teimum størstu í Føroyum, og prísurin fyri bara hann, skuldi borgað fyri góðsku. Góðar 150.000 krónur. Alt í alt kostaði ljóðanleggið í nýggja salinum 1,1 millión krónur.
Pauli Høj sigur, at tey við vilja hava lagt so nógv í at fáa so góða tøkniliga útgerð, sum til ber, tí tey vilja náa ungdómin við teirra boðskapi eisini.
? Ungdómurin er kræsin í dag. Tey vilja hava góðsku, tá tey eru til framførslur, konsertir ella hvat tað nú skal vera. Her hava vit í øllum førum tryggjað okkum, at tað sum fer fram á pallinum væl og virðiliga kann náa út til ein ungan skara, sigur hann og leggur afturat, at samkoman heldur, at teirra boðskapur er tann besti, sum er til. Og tí skal hann koma út undir bestu umstøðum.
Afturat prísinum á ljóðanlegginum kemur so ljósútgerðin.
Ein ørgrynna av ljóskastarum hanga uppi undir loftinum. Eisini hava tey útvegað sær roykútgerð, so tað er ikki torført at ímynda sær, at ein framførsla kundið verðið serstakliga flott.
Ongin skuld
Nú fyrsta av trimum byggistigum stendur liðugt, er tað ótrúligt at hugsa sær, at samkoman so gott sum onga skuld hevur.
? Alt er fíggjað av samkomulimum, sum hava goldið inn til samkomuna seinastu árini. Tað var bara líka nú í síðstuni, at vit tóku eitt lítið lán fyri ikki at hava nakað útistandandi við veitarar, nú alt stendur liðugt, greiðir Pauli frá.
Sjey milliónir hevur samkoman goldið til dagin í dag, og eru tað bert pengar, sum eru komnir frá samkomulimum. So gott sum alt arbeiðið hevur verið sjálvboðið. Menn í samkomuni hava smíðað og arbeitt eftir arbeiðstíð, og nógvir langir leygardagar eru farnir í nýggja salinum. Pauli sjálvur hevur eisini verið verkætlanarleiðari.
? Vit hava sum sagt goldið sjey milliónir, men virðið í bygninginum er 15, so ein kann gott siga, at vit hava fingið hann fyri hálvan prís, soleiðis sum vit hava valt at gera tað, sigur samkomuleiðarin.
Pauli metir, at okkurt um fimm % av arbeiðinum hevur verið lønt. Hann dylir ikki fyri, at tað er ótrúligt, at ein so lítil samkoma skal megna at taka eitt slíkt tak.
? Ein kann siga, at menniskjasliga ber hetta ikki til, men vit hava sæð Guds hond í hesum, og tí er hetta onki minni enn eitt Guds undur, sigur hann.
Vælvild
Nógv tos gekk serliga um í fyrstuni, hvussu verkætlanin bleiv fíggjað. Pauli sigur, at hann hoyrdi sjálvur nógvar stuttligar søgur. Til dømis at útlendskir fíggjarar vóru inni í myndini. Onkur fólk vóru eisini kanska nakað skeptisk, men sum tíðin leið, og tey sóu, at hetta bar til, broyttist hugburðurin.
? Fólk hava sum heild verið sera positiv. Vit hava eisini møtt vælvild allastaðni. Bæði frá handlum, fyritøkum og øðrum veitarum, greiðir hann frá.
Men hann undirstrikar, at hetta hevði ikki borið til uttan innsatsin og samanhaldið í samkomuni. Og hann sær eisini hetta, sum tað berandi framyvir.
Spurdur um, hvussu raksturin av salinum skal fíggjast framyvir, greiðir Pauli frá, at samkomulimir hava í nøkur ár sjálvboðin goldið eina upphædd um mánaðin til samkomuna.
? Seinastu fýra ella fimm árini hava vit fingið okkurt um 150.000 krónur inn um mánaðin frá limum, ið hava goldið, sigur hann.
Trý byggistig
Sjálvur salurin er fyrsta byggistigið av trimum. Við síðuna av bygninginum standa skapilsini av tveimum øðrum bygningum. Hesi eru ávíkavist annað og triðja byggistig.
Annað byggistig er ein kaffistova, sum kemur at vera í bygninginum, sum samantvinnar teir báðar stóru. Triðja byggistig er so tann størsti bygningurin, sum eisini verður kallaður skúlabygningurin. Hesin bygningurin verður í fýra hæddum, og Pauli greiðir frá, at soleiðis fer tað at bera til hjá teimum at arbeiða í stigum fram ímóti at fáa alla verkætlanina lidna.
? Vit vilja fara so varðliga fram sum gjørligt, tí slagorðið hjá okkum er, at vit ikki vilja seta okkum í ovurhondsstóra skuld, sigur hann.
Skúlabygningurin skal í fyrstu atløgu nýtast til aktivitetir av ymsum slagi fyri børn. Tey hava hugsað um at gera kømur á ovastu hædd, so fólk eisini kunnu gista har. Havið verða møguleikarnir fyri legum eisini munandi betur.
Frískúli
Pauli noktar heldur ikki fyri, at samkoman umhugsar ein frískúla, men tann ætlanin liggur enn ikki so frammarlaga í huganum kortini.
? Vit hava fleiri lærarar í samkomuni, so tað hevði borið væl til, men nú fáa vit at síggja sigur Pauli, meðan gingið verður yvir í gamla sal.
Samkoman eigur gamla salin, men ongin ítøkilig ætlan er um at selja hann beinanvegin. Tá hendan nýggja verkætlanin av álvara fór í gongd fyri trimum árum síðani, var ein skuld í gamla sali upp á 300.000 krónur. Hendan skuldin varð goldin niður skjótt, og so byrjaði tann ovurhondsstóra innsavningin í samkomuni til nýggja sal.
Pauli Høj metir, at tað skuldi verðið ein møguleiki fyri, at øll verkætlanin stendur liðug um eini trý ella fýra ár.
Komandi vikuskiftið verður so innvígsluveitlsan. Møtir, framførslur og annað verða á skránni alt vikuskiftið.
? Vit hava valt ikki at hava bara tað eina møti, tí vit vænta nógv fólk. Tí spjaða vit innvígsluveitsluna yvir alt vikuskiftið, sigur Pauli Høj, samkomuleiðari í Kelduni og leggur at enda afturat, at øll eru hjartaliga vælkomin.