Góðu partafólk. Í morgin fara vit so aftur til valborðið fyri at avgera, hvørji tvey umboð vit føroyingar skulu senda niður á fólkating. Mong hava kanska lyndi til at siga, at tað ikki hevur so stóran týdning fyri okkum føroyingbar, hvørji hesi bæði verða, men so er ikki, tí í einum og hvørjum politiskum vali hevur tað alstóran týdning, at júst okkara flokkur fær umboðan.
Serliga nú, har útlitini eru fyri eini borgarligari stjórn í Danmark, er tað umráðandi, at vit føroyingar ikki eisini senda tvey borgarlig umboð á Christiansborg, sum verða burtur í teimum borgarligu tingbólkunum.
Flokkurin fer tí at heita á øll javnaðarflólk um hvør í sínum lagi at medvirka til, at hetta fólkatingsvalið verður eitt gott javnaðarval.
Okkum tørvar í dag eina erliga og bersøgna rødd á fólkatingi.
Føroya Javnaðarflokkur