Javnaðarflokkurin fer framhaldandi at arbeiða fyri einum góðum umhvørvi: Býurin skal vera reinur, alt órudd skal beinast burtur. Allir bygningarnir hjá kommununi skulu gerast umhvørvisvinarligari. Brennistøðin, sum nú lýkur øll nútímans umhvørviskrøv, skal gerast enn betur. Vit eiga at fyriskipa betri skiljing enn í dag.
Trivnaðurin í býnum skal í hásæti: Vit skulu næstu árini raðfesta musikskúlan høgt, og Reinsaríið eigur at verða eitt opið stað fyri tónleikarum, soleiðis sum tað hevur verið seinastu tíðina. Skúlaøkið er raðfest høgt næstu árini og fer við meginpartinum av íløgunum næstu árini. Barnagarðarnir og vøggustovurnar skulu viðlíkahaldast. Streingjast skal á landsmyndugleikarnar at gera umstøðurnar betri hjá teimum støku, og streingjast skal á at útboðið til tey eldru verður størri.
Íløgur mugu leypandi gerast. Sjálvandi altíð við skili. Tórshavnar Kommuna er væl fyri, og tað skal hon framhaldandi verða. Far á val í morgin týsdagin og vel gott umhvørvi og trivnað. Vel Javnaðarflokkin. So halda vit kósina!