Á heimasíðuni hjá Sosialinum er nú ein atkvøðugreiðsla um, hvør skal verða borgarstjóri í Havn, tá komandi kommunustýrið tekur við 1. januar 2009 VEL BORGARSTJÓRAN Í HAVN HER
Síðani Poul Michelsen legði frá sær sum býráðslimur og borgarstjóri í Havn við árslok 1992 hevur hvørja ferð verið mikið rok um, hvør skal stjórna høvuðsstaðnum.
Fyrsta skeiðið frá 1992-1996 var Lisbeth L. Petersen borgarstjóri. Valnáttina í 1996 gjørdu Tjóðveldisflokkurin og Javnaðarflokkurin, sum høvdu verið í samgongu við Sambandsflokkinum, avtalu við Fólkaflokkin, og Leivur Hansen gjørdist borgarstjóri.
Valnáttina í 2000 gjørdi Fólkaflokkurin avtalu við Sambandsflokkin, og nú vóru Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin úti í kuldanum.
Og valnáttina í 2004 vórðu tvær avtalur gjørdar, ein millum Fólkaflokkin og Sambandsflokkin og ein millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og ein part av Sambandsflokkinum. Alt hetta endaði við, at Heðin Mortensen gjørdist borgarstjóri - men umboðandi Javnaðarflokkin.
Mikunáttina komandi verður so stórur spenningur, tí tá fellir avgerðin um, hvør skal stjórna landsins høvuðsstaði næstu fýra árini, onkur verður fegin, onkur verður svikin og onkur verður als ikki valdur...