Veljarin vil ikki hava tingfólk í býráðini

Kommunuval var í Føroyum í gjár

Kommunuvalið vísti, at tað er ikki bara at brúka sín løgtingssess og halda tað vera vist, at ein verður valdur í eitt bý- ella bygdaráð.

 

Tað kom klárt fram í gjár, tí av teiimum 15 valdu løgtingsfólkunum, fingu bert sjey nóg nógvar atkvøður til at taka sæti í býráðum.

 

Unsdantøkini eru borgarstjórarnir í Havn, Klaksvík, Vestmanna og á Tvøroyri. Serliga teir tríggir fyrst nevndu høvdu stak góð úrslít.

 

Heðin Mortensen , borgarstjóri í Havn fekk 2507 atkvøður, Jógvan Skorheim fekk 728 atkvøður og í Vestmanna fekk Pauli Trond  Petersen 251 atkvøður og avgjørdan meirluta saman við hinum á listanum.