Veljarin vil hava ?samráðingar við ES

Fakligi landsfelagsskapurin og handilsráðið í Íslandi eru ikki í iva um, at úrslitið av altingsvalinum skal tulkast sum ein áheitan á politikararnar at taka upp samráðingar við ES um limaskap

Ísland ?Árni Joensen: ?arni@sosialurin.fo

-Niðurstøðan av valinum er í fyrra lagi eitt greitt krav frá veljarunum um aqt royna samráðingar við ES um limaskap. Í øðrum lagi er úrslitið eitt krav um at verja vælferðarsamfelagið eftir norðurlendskum leisti. Tí bleiv valið eisini ein uppgerð við Sjálfstæðisflokkin og ábyrgd hansara av búskaparpolitikkinum tey seinastu árini.

Soleiðis tulkar formaðurin í fakliga landsfelagsskapinum í Íslandi, Gylfi Arnbjørnsson, úrslitið av altingsvalinum. Hann sigur við Morgunblaðið, at valúrslitið hevur ein greiðan boðskap um, at veljararnir vilja hava teir politisku flokkarnar at semjast um eina kós í ES-málinum.

Gylfi Arnbjørnsson heldur ikki, at tað góða valúrslitið hjá teimum vinstragrønu kemst av teirra mótstøðu ella iva um ES-limaskap.

-Tað góða úrslitið hjá Samfylkingini og teimum vinstragrønu endurspeglar viljan hjá veljarunum. Í fyrra lagi at fáa gongd á samráðingar við ES og í øðrum lagi at varðveita vælferðarsamfelagiuð, sigur formaðurin í ASÍ.

 

Veljararin og vinnan samd

Stjórin í íslendska Vinnuráðnum, Finnur Oddsson, er samdur við formanninum í fakliga landsfelagsskapinum.

-Tað er týðiligt, at tjóðin vil hava samráðingar við ES um limaskap, og somu hugsan hevur ein stórur partur av vinnulívinum, sigur Finnur Oddsson við Morgunblaðið. Hann sigur, at í íslendska vinnulívinum er semja um, at tann íslendska krónan er ikki nóg trygt gjaldoyra, og at tað er neyðugt at fara aðra leið.

-Mær tykir, at veljararnir hava somu áskoðan sum vinnulívið, sigur Finnur Oddsson og leggur afturat, at hann er sannførdur um, at tað var júst ES-politikkurin, sum gav Samfylkingini tað úrslitið, sum flokkurin fekk.