Og rætt er tað, at flokkurin hevur ikki fingið nógv burturúr, um so er, at rikni politikkurin er tann rætti. Hinvegin hevur gingist betur hjá Sambandsflokkinum at fáa veljararnar at trúgva, at flokkurin hevur gjørt júst tað rætta.
Fólkaflokkurin klárar seg eisini illa í veljarakanningum.
– Men tað gera vit altíð, siga tey í Fólkaflokkinum. Og rætt er tað, tey hava dugað væl at fingið eitt væl betur úrslit, enn veljarakanningar hava spátt.
Men Sambandsflokkurin hevur eisini víst, at hansara veljarakanningar hava verið alt ov góðar. Tað vóru tær millum annað í 2004, tá flokkurin – í mun til bjørtu veljarakanningarnar – fekk eitt katastrofuval. Tá legði Lisbeth Petersen frá sær sum forkvinna beint eftir valið.
Vit kunnu bara gita um, hvussu støðan verður hesaferð, um val verður úrslitið av margháttliga valdsstríðnum í samgonguni. Hóast tað hevur gingið væl hjá løgmanni, sambært veljarakanningunum, so tykist Sambandsflokkurin ikki sørt forvirraður, nú Fólkaflokkurin biðjur um nýval.
Andstøðan vil eftir øllum at døma heldur ikki hava val, og tá so løgmaður ikki vil sleppa Fólkaflokkinum úr samgonguni, so kann tað enda við, at Fólkaflokkurin stendur eftir sum tann flongdi hundurin og má taka seg úr samgonguni og harvið frásiga sær alla politiska ávirkan. Tað líkist ikki Fólkaflokkinum.
At veljarin er ørkumlaður er eyðsæð. Eitt ørkymlað stýrið við einum ørkymlaðum løgmanni ger politisku støðuna komiska.