Veljarin skal vita hvat hann fær frá Javnaðarflokkinum

Javnaðarflokkurin sett skjøtil á valstríðið: Javnaðarflokkurin hevur gjørt eitt valupplegg, ið greitt skal vísa veljaranum, hvat hann fær burtur úr at velja Javnaðarflokkin

? Vit hava hesaferð valt at gjørt eitt ítøkjuligt valupplegg, til tess at borgarin púra greitt skal vita, hvat hann fær burturúr, um hann velur Javnaðarflokkin til valið komandi.
Hetta segði Jóannes Eidesgaard, tá hann í gjár legði fram valskránna hjá Javnaðarflokkinum fyri fjølmiðlarnar. Javnaðarflokkurin legði fram eina skrá, har tann ovasta yvirskriftin snúði seg um eldrapolitikk. Jóannes Eidesgaard segði, at hesi mál eru tey, sum flokkurin leggur størstan dentin á. Flokkurin hevur ikki øll málini við í hesi skrá, men hetta eru tey, sum flokkurin heilt vist fer at fremja, kemur hann í samgongu.
Flokkurin bindur seg til, at skapast skulu 160 nýggj ellis- og røktarheimspláss í komandi valskeiði. Eisini skal skipast ein døgnrøktarskipan, og pensjónin skal hækka til 10.000 krónur til stakar pensjónistar og 16.000 krónur til hjún.
Næstovast á breddanum hjá Javnaðarflokkinum er ríkisrættarliga støðan.
Flokkurin leggur dent á, at sjálvstýrislógin er tann savnandi loysnin, sum um 60% av fólkinum tekur undir við, og tað verður ein skipan henni lík, ið flokkurin fer at virka fyri. Hon skal m. a. innihalda, at Føroyar og Danmark í ríkisfelagsskapi verða javnsett sum lond, og at henda nýggja avtalan, sum greitt skal áseta rættindi, skyldur og møguleikar, skal fráboðast ST.
Burtur við bíðilistum
Á heilsuøkinum bindur flokkurin seg til, at bíðilistarnir á sjúkrahúsunum skulu burtur.
? Tað kann als ikki góðtakast, at fólk skulu bíða í fleiri mánaðir eftir at sleppa til skurðviðgerð, segði Jóannes Eidesgaard, sum segði, at ein handlingsplan skal gerast, so bíðilistarnir fáast burtur eftir einum ári.
Flokkurin ætlar eisini at styrkja uppvenjingina eftir sjúkratilburð, t. d. at fólk eftir heilabløðing ikki verða send av landinum til uppvenjingar, tá vit bæði hava útbúgvið starvsfólk og fysisku karmarnar til at hava uppvenjingina í Føroyum.
Annað mál á heilsupolitiska økinum hjá Javnaðarflokkinum er at fremja fólkaheilsuna.
? Vit skulu røkja heilsuna við t. d. at skapa arbeiðsumstøðurnar soleiðis, at fyrilit verða tikin fyri hesum, segði Jóannes Eidesgaard, sum vísti á, at vit skulu verða meira tilvitað um heilsustøðuna. Hann segði, at serliga menn ofta koma illa fyri, tí hetta ikki verður tikið í nóg stórum álvara. Hann vísti á, at vit á tannheilsuøkinum veruliga hava gjørt nakað við tað, at børn frá 0 til 16 ár regluliga verða kannað. Hetta helt hann verða góða fyrimynd.
Á eldraøkinum heldur Javnaðarflokkurin, at tey eldru sum longst skulu kunna búgva í egnum bústaði. Vit skulu eisini skapa eina smidliga skipan, tá tey fara av arbeiðsmarknaðinum, t. d. við at tey partvís kunnu verða pensjónistar, meðan tey partvís arbeiða.
Skipast skulu eisini mennandi tilboð til teirra í gerandisdegnum.
Eitt ára barnsburðarfarloyvi við løn
Á familjupolitiska økinum sigur flokkurin, at familjan skal hava rætt til bústað fyri sámuligan prís. Flokkurin er í ferð við at gera eina ætlan, har farið verður undir at byggja øðrvísi bústaðir.
Barnsburðarfarloyvi, sum eftir galdandi skipan er eitt hálvt ár, verður longt til eitt ár við løn, eins og at skipað verður ansingartrygd, t. e. at øll børn, sum eru eitt ár ella meira, hava krav upp á eitt stovnspláss.
? Tá barnsburðarfarloyvið verður longt við einum hálvum ári, so tekur hetta eisini trýstið av tørvinum á plássum. Tí er tað realistiskt at binda seg at veita øllum børnum ansingarpláss, sigur Jóannes Eidesgaard.
Menningartarnað og fólk við fysiskum breki skulu hava betri møguleikar at koma út á arbeiðsmarknaðin. Javnaðarflokkurin fer at binda seg til at skapa í minsta lagi 50 vard størv til hesi fólk og 30 nýggj búpláss.
Á ungdómspolitiska økinum sigur Javnaðarflokkurin fyrst og fremst, at vit skulu hava ein góðan skúla. Skapast skulu 50 lestrarbústaðir, annaðhvørt sum kollegiurúm ella sum íbúðir. Flokkurin leggur eisini dent á, at virkis-, ítrívs- og mentunartilboð skulu verða fyri øll ung, eisini tey, sum ikki fara bókliga vegin.
Verkafólkið greið setanarviðurskifti
Verkafólkið skal hava greið setanarviðurskifti.
? Tað er stór skom, at fólk, sum t. d. verða sett í starv á einum fiskavirki, ikki hava krav upp á at fáa alt at vita um rættindi og skyldur, og at starvsviðurskiftini annars verða greitt avtalað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Flokkurin sigur, at øll skulu hava rætt til arbeiðsmarknaðarútbúgvingar. Í hesum sambandi vísti Hans Pauli Strøm, tingmaður, á tað neyðuga í, at skipað verður fyri útbúgvingarskeiðum fyri verkafólki, fyri at gera tey betur før fyri at røkja tað arbeiði, tey fáast við.
Á arbeiðsmarkanaðarøkinum leggur flokkurin eisini dent á eitt heilsugøtt arbeiðsumhvørvi.