Veljararnir umhugsa aðrar møguleikar

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at danir eru rættiliga ósamdir um hvør næsti forsætisráðharrin skal vera

Danski blokkpolitikkur stendur sína roynd í hesum døgum, aftaná at bæði Alternativið og Eindarlistin hava boðað frá, at tey til næsta val ikki fara at peika á forkvinnuna hjá Sosialdemokratunum Mette Frederiksen sum stjórnarleiðarar, men heldur peika á síni egnu floksleiðarar, ávikavist Uffe Elbæk og Pernille Skipper.


Seinnu árini hevur siðvenjan annars verið, at flokkarnir til vinstru í donskum politikki hava peikað á floksleiðaran hjá Sosialdemokratunum, meðan teir til høgru hava peikað á floksleiðaran hjá Vinstra.


At pláss er fyri fleiri boðum til hægsta politiska starvið í donskum politikki tykist nýggjasta veljarakanningin, ið Norstat hevur gjørt fyri Jyllands-Posten og Altinget, eisini at geva eina ábending um.


Í veljarakanningini verður spurt um hvønn tey spurdu ynskja til starvið og svara 22 prosent, at tey ynskja sitandi forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen at halda fram í starvinum, meðan 30 prosent peika á Mette Frederiksen.


Tað sum tó vekir ans í kanningini er, at 32 prosent av teimum spurdu svara, at tey ynskja ein annan persón í embætið. Síðstu 16 prosentini svara, at tey vita ikki hvønn tey ynskja.


Tá tey spurdu, ið ynskja ein annan forsætisráðharra, skulu seta navn á teirra boð, svara 16 prosent, at tey ynskja formannin hjá Danska Fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, 11 prosent peika á forkvinnuna hjá Eindarlistanum, Pernille Skipper, og sjey prosent peika á Uffe Elbæk, formann í Alternativinum.