Tær seinastu meiningakanningarnar í USA vísa týðiliga, at veljararnir krevja broytingar í Irak-politikkinum. Í New York Times vísti ein kanning í gjár, at bara 8 prosent halda, at USA skal halda fram í Irak sum higartil. 61 prosent siga, at USA noyðist at leggja á annan bógv, og 27 prosent vilja hava hermenninar heim úr Irak.
Meiningakanningarnar hava eisini víst, at veljararnir hjá demokratunum vænta, at USA fer at skerja hermannatalið í Irak ella at taka teir úr landinum, fáa demokratarnir meiriluta í Kongressini í dag. Republikanararnir eru harafturímóti sinnaðir at lata hermenninar verða verandi í Irak, og summir teirra vilja hava Pentagon at senda uppaftur fleiri hermenn hagar.
Samanumtikið eru 29 prosent nøgd við Irak-politikkin hjá George W. Bush, forseta, og so lítla undirtøku hevur hesin parturin av politikki forsetans ikki havt fyrr.
Uppgerð
Irak hevur verið høvuðsevnið í valstríðnum, og tað hevur gjørt, at tey republikonsku valevnini hava verið í verjustøðu. Skuldi tað hent, at demokratarnir fáa meiriluta í Umboðsmannatinginum og Senatinum, er tað byrjanin til eina uppgerð millum Hvítu Húsini og Kongressina um kríggið í Irak. Tí Bush og umsiting hansara hava boðað frá, at har eru ongar ætlanir um nakra stórvegis broyting, sama hvat fólk halda um kríggið.
– Forsetin hevur gjørt púra greitt, at hann hevur sett sær eitt mál í Irak, og tað er at vinna kríggið. Tað merkir, at vit halda fram við somu ferð. Kanska halda amerikanararnir lítið um kríggið, men tað hevur minni at siga, tí vit halda okkum gera tað rætta. Tí halda vit fram, og vit standa heldur ikki fyri vali, segði Dick Cheney, varaforseti, við sjónvarpið ABC sunnukvøldið.
Hetta er beint í andsøgn við tað, sum demokratarnir siga, og sum teir ætla sær at broyta, fáa teir meiriluta í Umboðsmannatinginum og Senatinum. Tí júst broyting í Irak hevur verið høvuðsmálið hjá demokratunum upp undir valið í dag, og teir fara at gera alt fyri at forða ætlanunum hjá forsetanum. Í USA er tað í stóran mun forsetin, sum umsitur uttanríkispolitikkin, men Kongressin kann spæla ein avgerandi leiklut, tí hon skal góðkenna útreiðslurnar. Tí kann ein demokratiskur meiriluti í Kongressini noyða forsetan at samráðast við demokratarnar um politikkin í Irak.
Aðrir møguleikar
Demokratarnir kunnu eisini forða Irak-politikkinum hjá forsetanum við at seta kanningarnevndir at kanna, um Bush-umsitingin hevur dult upplýsingar fyri Kongressini. Kemur tað til skarpskeringar, hava demokratarnir eisini møgulerikan at seta forsetan fyri ein ríkisrætt, men leiðarar hjá demokratunum hava sagt, at teir fara ikki at brúka tann møguleikan, sjálvt um teir skuldu fingið hann.
Tað er eisini ein spurningur, um demokratarnir høvdu fingið nakað burtur úr at kanna Bush-umsitingina. Cheney, varaforseti, hevur sagt, at hvørki hann ella forsetin hava skyldu at svara einari møguligari kanningarnevnd.