Veljarar: - Vit ynskja eina føroyska rødd á danatingi

- Tað er mín borgarliga skylda at fara á val, sigur veljari

Tað er fólkatingsval, og nógvir føroyingar hava longu leitað sær á valstaðið fyri at seta sín kross. Føroya størsta valstað er í Høllini á Hálsi í Havn, og har eru fult av fólki í dag, sum hava gjørt sína atkvøðu galdandi. 

In.fo hevur verið ein túr í høllini og fregnast, og har hittu vit tríggjar veljarar.

Hallur Andreasen er farin á val saman við svigarpápa sínum Poul Danielsen, og uttan fyri høllina hittu tey Ingeborg Godtfred, sum hevur kent vinmannin og starvsfelagan Poul Danielsen í nógv ár. 

- Eg fari á val, tí eg ynski eina føroyska rødd á danatingi, sigur Ingeborg Godtfred og Poul tekur undir við henni:

- Ja, tað er eisini tí eg fari á fólkatingsval, sigur Poul. 

##med2##

- Tað er mín borgarliga skylda at fara á val, og eg ætli mær eisini at velja eina føroyska rødd á fólkating, sigur Hallur Andreasen.

Tey trý eru øll samd um, at fólkatingsvalið ikki hevur líka týdning fyri tey, eins og løgtingsvalið hevur.

- Løgtingsvalið er tað, sum er tað týdningarmesta. Men tá vit eru í hesari støðuni og kunnu velja til fólkatingsvalið, so mugu vit brúka tað, siga tey trý, sum øll fara at fylgja við valinum í sjónvarpinum í kvøld.